Non-profit organisation providing water to Africa.
+45 53 83 95 00 [email protected]

Crew

Jákup Jacobsen, Jógvan Clementsen, Niclas Olsen, Isaac Giesen

The adventure of the SAGA crew comes to an end – for now.

Today a decision was made to cease any rowing for the remainder of the year.

A good four months have passed, since the adventure started, and this is pushing the limits, of what are merely family men. They must return to their families, as well as their occupations.

We wish to thank all everyone who has helped, supported, and followed us on our journey. We are very thankful.

To recap, our journey was a complete success, and we have managed to write ourselves into the books of history, by being the first ones to row to Cuba, a good 500 years after Columbus’ ships made the same journey. As fate would have it, both parties found Baracoa to be their destination of choice.

On monday we will hand our friends at the Cuba – Denmark organisation our greeting, which we have carried with us. This will be done at a gathering held by the organisation.

Currently, the boat is being prepared for its journey back home onboard a 40 foot container.

What happens to Saga and Row For Water following these recent developments, will be determined in the future.

Once again, thank you to everyone for your interest in our project.

The crew onboard Saga.

Ævintýrið hjá manningini á Saga endar á hesum sinni í Cuba.

Avgerð er í dag tikin um at steðga fyri í ár.

Tað eru nú góðir 4 mánaðir síðani ævintýrið byrjaði, og tað er á grensuni til, hvat vanligir familiumenn kunnu loyva sær. Vit vera noyddir til at fara aftur til arbeiðis.

Vit vilja takka øllum, sum hava hjálpt, stuðlað og fylgt okkum á ferðini. Vit eru sera takksamir.

Samanumtikið eydnaðist ferðin til fulnar og hava vit skrivað okkum inn í søgubøkurnar við at vera teir, sum funnu rógvileiðina úr Europa til Cuba góð 500 ár eftir, at Columbus fann leiðina fyri seglbátar til Cuba og vildi lagnan tað soleiðis, at báðir funnu røttu leiðina at vera til Baracoa.

Mánadagin handa vit vinarfelagnum Cuba – Danmark í Havanna heilsanina, sum vit hava við til teirra, og verður tað gjørt á eini samkomu hjá felagnum.

Nú verður báturin gjørdur klárur til heimferðina í eini 40 fót bingju.

Hvat hendir eftir hetta við Sagu og Row For Water, frætta tit meiri um seinni.

Enn einaferð stóra tøkk fyri sýndan áhuga í verkætlan okkara.

Facebook Comments