|Non-profit organisation providing water to Africa.
+45 53 83 95 00 [email protected]

Crew

Jákup Jacobsen, Jógvan Clementsen, Niclas Olsen, Isaac Giesen

Nýtt frá manningini

Vit hava aftur frætt frá føroyingunum á Atlantshavinum, og teir høvdu í gjár róð góðar 1600 fjórðingar síðani Las Palmas.
Tá vit prátaðu við manningina umborð á Saga var tað blíðkalogn – altso 0 metur um sekundið. Havið er sum ein spegil, og tað gjørdi tað samstundis næstan ógjørligt at práta við teir, tí telefonbylgjurnar speglast aftur og ger sambandið óstøðugt.

– Ein maður rør og ein maður stýrir, hetta vegna síðuvindin. Tað vil siga, at ein maður hevur róð allantíðina; báturin vigar 1.7 tons, og tað er nógv. Teir næstu dagarnar sigur hann enn betur veður fyri okkum viðvíkjandi vindi, so tá fer tað at ganga skjótari, siga teir frá Saga.

Fyrradagin fiskaðu teir ein 80 cm langan durada, sum er vanligur fiskur at síggja har um leiðir. Hesum gjørdu teir tveir fiskarættir burturúr, og sambært teimum smakkaði tað fantastiskt og feskt.

Teir fegnast yvir at brunnarnir verða bygdir skjótt beint nú, men kunnu avgjørt staðfesta, at teir sakna fleiri, ið hava hug til at hjálpa við at geva eitt lítið oyra til projektið.

– Vit eru í løtuni í holt við at byggja brunn nummar 2, og eru eisini í holt við at tosa við fyritøkur, so vit øll kunnu gerast partur av einari størri eind. Vit kunnu øll gera okkara fyri at hjálpa teimum, ið eru fyri neyð. Les meira, um hvussu tú hjálpir her:
https://rowforwater.org/product/donate-to-row-for-water-charity/

Facebook Comments