|Non-profit organisation providing water to Africa.
+45 53 83 95 00 [email protected]

Crew

Jákup Jacobsen, Jógvan Clementsen, Niclas Olsen, Isaac Giesen

Broytingar hjá Saga!

Nú er ikki langt eftir av drúgvu ferðini tvørturum Atlantshavið, og tað merkist á manningini umborð á Saga. Teir vænta, at vera í Kuba um 21 dagar, ella tríggjar vikur, og teir eru sum vera man spentir uppá at traðka fótin á Kubanska jørð.

Tá teir fyri nøkrum døgum síðani høvdu ró 50% av túrinum, varð tað hátíðarhildið við einari fløsku av sjampagnu, sum teir untu sær væl.

Ein kaðal til sjóstýraran slitnaði undir høgum vindi, men teir bygdu lukkutíð eina neyðskipan, áðrenn teir fóru frá Las Palmas fyri at fyrireika seg til øll óvæntað viðurskifti. Hesa skipan brúka teir beint nú, men skipanin er ikki automatisk, og tað merkir, at ein maður má stýra bátinum alt samdøgnið. So ein maður rør allatíðina, meðan ein stýrir, eins og seinast vit frættu frá teimum.

Ætlanin er í løtuni broytt til at rógva inn til Antilla, sum liggur suðureyst í Kuba. Upprunaliga varð kósin sett ímóti Havana, men teir fara heldur til Antilla fyri ikki at rógva ímóti streyminum. Teir mangla annars at rógva góðar 1300 fjóðringar, inntil teir koma til Kuba, væntandi 13. Mai.

  • Vit vóna, at alt gongur eftir ætlan nú, sjálvt um vit hava broytt kósina frá at fara til Havana til Antilla. Vit vænta tó, at tað møguliga enn kann broytast til eitt annað stað. Hetta kemur ann uppá hvussu vindurin og havstreymurin er, fortelir Jákup.

Ferðalagið er annars voksið við tveimum. Gabriel og Amariel hava verið fastir fylgissveinar hjá Saga nú í tvær vikur. Hetta eru tveir lítlir brúnir fuglar, sum manningin hevur givið nøvn til. Teir hava fingið íblástur til nøvnini frá málningunum hjá føroyska málaranum Amariel Norðoy. Hann er jú tiltikin fyri at mála fuglar og bátar, og brúnu fuglarnir minna um teir hjá Amariel.

Tú kanst enn náa at stuðla og gera ein mun. Tað gongur frameftir við at byggja brunn nr 2 í Somalia, og inni á www.rowforwater.org kanst tú bæði stuðla við peningagávum og fylgja við restina av túrinum, inntil teir koma til Kuba.

Facebook Comments