|Non-profit organisation providing water to Africa.
+45 53 83 95 00 [email protected]

Crew

Jákup Jacobsen, Jógvan Clementsen, Niclas Olsen, Isaac Giesen

9 Dagar til Kuba

Nú er ikki leingi eftir! Nú er skjótt at garparnir úr SAGA kunnu siga, at teir hava ró tvørtur um Atlantarhavið. Teir verða væntandi í Baracoa í Kuba um 9 dagar. Teir hava júst ró forbí jomfrú-oyggjarnar, sum liggja í Karibiska havinum.

  • Vit hava passerað 500 míl grensuna – altso vit eru tættari enn 500 míl. Vit vænta at vera í Baracoa um 9 dagar. Atlantarhavið er passerað – been there done that, siga teir stoltir í telefonini.

Tað er brennandi sólskin við minst 40 gradum á dekkinum hvønn dag. Tó hava teir upplivað ógvuslig æl til tíðir. Hitastigið í Kuba liggur annars í dag um tær 32 gradirnar, tá tað er heitast.

Jomfrú oyggjarnar og aðrar oyggjar í tí Karibiska havinum eru eksotiskar, men tað er ikki nóg freistandi til, at teir fara at steðga á.

  • Sjálvt um tað er freistandi at líka steðga í oyggunum kring okkum fyri at fáa ein lekkran bita, so fara vit beint til Baracoa.

Fylg við restini, sum er eftir av áræðismiklu ferðini hjá Jákup Jacobsen, Jógvan Clementsen, Niclas Olsen og Isaac Giesen her á rowforwater.org.

Facebook Comments