|Non-profit organisation providing water to Africa.
+45 53 83 95 00 [email protected]

Crew

Jákup Jacobsen, Jógvan Clementsen, Niclas Olsen, Isaac Giesen

Boð frá vinfólkum

Hey Jógvan og Saga-garpar

Vit sita við spenningi og fylgja tykkum umborð. Stuttligt er at fylgja tykkum yvir um hav, og ikki minst  nú atlandsryggurin gevur undankomin-brekku, og tit nærkast við ferð.
Havi hoyrt at onkrir trupuleikar eru, so ein rør og hin stýrir. Vit síggja, at tit nærkast landi og Amazon flógvin er eyðstanfyri tykkum nú. Tær smáu enskt, fronsku og hálendsku oyggjarnar verða tær fyrstu tit møta komandi dagarnar.
Her heima er ordrabókin SKÍTFULL,🔨 hon er tjúkri enn Ó hjá Carl Johan Jensen.
So tú sleppur bara eina viku til Haldórsvíkar við Gunnvu😀😜
Politiskt , klandrast tey sum ongantíð fyrr. Tunnlar,samkynd,ferðafólk og bóndin í Saksun er óður.

Sambandsflokkurin er um ar fara í tvey, tí Unga Sambandi vilja hava at samkynd eisini kunnu geva BLÓÐ. (Lógarbroyting krevst). Ken hevur verið í Danmark í 14 dagar við audi-bilinum, niðarivegur er ov stuttur at koyra eftir😀🚘.

Dissara-damurnar spyrja eftir tær,💁nær kemur hann við skegginum aftur😀.
Síladreingirnir eru spentir, eg havi stýrt onkuntíð. Teir renna, lyfta vektir og gera øvilsir, eisini hava teir verið á venjingarlegu á Selatræ við HR.
Nú tit koma til tær Caribisku oyggjarnar, mugu tit ansa eftir, at tit ikki koma í kalvalínina hjá  Sir Richard Branson🛳.
Cuba er fantaskiskt. Rom (Havanna Club)mojito,daiguiri, cigarir, kaffe, gamlir bilar og bygningar. Hemminway, Lennon park, Capitolio og mangt anna.
Troels Kløvedal skrivar,” at blive en sent rejsende. is something to be.”
Marco Polo, Darwin, Livingstone er ferðir sum eru livandi,enn í dag. Tær ferðirnar standa eftir og eru ikki bara vikuskifti í Keypmannahavn ,Edinburgh og Barcelona, sum dó eisini er gott.

Góða eydnu víðari tit garpar, heilsa øllum umborð og fuglinum Amariel

Facebook Comments