|Non-profit organisation providing water to Africa.
+45 53 83 95 00 [email protected]

Crew

Jákup Jacobsen, Jógvan Clementsen, Niclas Olsen, Isaac Giesen

The final countdown er byrjað!

At tosa í telefon til Atlantshavið seinastu nógvu vikurnar fyri dagføringar hevur verið eitt sindur av einari avbjóðing. Sambandið hevur svikið, vindurin hevur forstýrað og menn hava verið upptiknir við rógvingini. Tað er einki undantak nú, sjálvt um teir eru tætt uppá land.

Teir hava nógvan og harðan síðuvind í løtuni, men teir siga klárt í telefonini, at teir vænta at halda ætlanina. Samrøðan bleiv heldur stutt, tí tað bleiv næstan ikki hoyrt, hvat bleiv sagt vegna harða vindinum, og samstundis breyt tað av.

Teir meta, at teir hava brúkt skeiva strategi viðv. síðuvindinum, tí hann hevur verið so keðiligur seinastu dagarnar. So nógvur konstant, so tað hevur verið ringt at hildið kósina.

Teir hava ró 4000 fjórðingar og hava um 360 fjórðingar eftir, áðrenn teir vera í Kuba, sum verður leygardagin, um alt gongur eftir ætlan.

“The final countdown er byrjað!” sigur Jákup Jacobsen, og leggur afturat, at lagið er gott, og teir eru spentir, sjálvt um tað er tungt í løtuni.

Tað eru ikki bara teir, sum eru spentir; tað eru vit nógv onnur sum eru við teimum. Hetta er eitt bragd og eitt met, sum fáur maður mann fara at klára at sláa. Kæru føroyingar, lat okkum vísa SAGA manningini, at føroyingar og Føroyar standa við á síðulinjuni til síðsta bríksl nú í endaspurtinum!

Fylg gongdini hjá SAGA manningini her á heimasíðu okkara rowforwater.org. Vit hava nú eisini møguleika at móttaka peningagávur umvegis heimasíðuna. So nú er ikki at halda seg aftur, um tú hevur hug at stuðla okkara máli, sum er at veita reint vatn til neyðraktu fólkini í Somalia. Her kanst tú stuðla: https://rowforwater.org/product/donate-to-row-for-water-charity/

Facebook Comments