|Non-profit organisation providing water to Africa.
+45 53 83 95 00 [email protected]

Crew

Jákup Jacobsen, Jógvan Clementsen, Niclas Olsen, Isaac Giesen

Í sporunum hjá Columbus í morgin!

Baracoa var fyrsti høvuðsstaður í Kuba, og hesin býurin verður eisini kallaður Ciudad Primada, sum merkir “fyrsti býur”.

Tað sigst, at tað var í Baracoa, at Christopher Columbus legði at fyri fyrstu ferð á rannsóknarferð síni til Amerika. Út frá lýsingunum hjá Columbus av landslagnum og náttúruni, verður mett, at tað var Baracoa, sum teir komu til í 28. okt í 1492.

Men í morgin koma nakrar aðrar hetjur á land í Baracoa! Tað eru Jákup, Jógvan, Isaac og Niclas. Teir hava 100 fjórðingar eftir, til teir eru komnir á mál. 100 fjórðingar frá einum megnar søguligum bragdi. Menn eru sum vera mann spentir at møta fólki, sum teir skulu heilsa uppá har, lata teir frætta.

Lukturin av mojitos verður sterkari og sterkari fyri hvørt áratak. Teir hava viðvind í løtuni, sum kanska feiðar mojitoluktin burtur, men tað ger tað eisini lættari fyri teir at rógva síðstu fjórðingarnar.

Teir ætla at fara avstað aftur út Kuba, so skjótt sum til ber. Teir fara til Key West, sum er sunnasta punkt í USA við Miami, sum kemur at taka millum 2 og 10 dagar.

Vit gleða okkum til stóra dagin í morgin!

Facebook Comments