|Non-profit organisation providing water to Africa.
+45 53 83 95 00 [email protected]

Crew

Jákup Jacobsen, Jógvan Clementsen, Niclas Olsen, Isaac Giesen

Job is done! – Vit eru nú í Kuba!

12 mai klokkan 15:50 (20:50 føroyska tíð) hevur SAGA manningin sett síðsta punktum á søguligt bragd og met. Eftir 74 samdøgur, 6 tímar og 40 minuttir, kunnu teir nú við stoltleika siga, at teir eru í Kuba! Teir hava rent seg í nakrar avbjóðingar á vegnum, men teir hava ikki givið skarvin yvir, og tvørturímóti verið harðir, djarvir og áhaldandi hildið út til endan!

  • ”JOB IS DONE, nú eru vit í Cuba”, rópar Jákup Jacobsen í telefonsamrøðuni. “Her er longu deiligt at vera, sjálvt um vit enn ikki hava traðkað á land!” fortelur Jákup Jacobsen.

Hann letur heilsa frá allari manningini, og teir gleða seg at fara á land fyri at heilsa uppá øll tey, ið hava tikið sær stundir at fara oman í havnina at heilsa uppá.

Í løtuni liggja teir í havnini í Baracoa, inntil tollmyndugleikarnir koma og fáa tað formella avgreitt. Teir sleppa ikki at nerta við landið, so teir liggja bundnir til eina boyu við molan í løtuni.

Teir hava tilsamans ró 4200 fjórðingar, og hetta gevur í miðal omanfyri 800.000 áratøk í part til menninar umborð. Teir løgdu frá kai úr Portugal 10 februar, og komu til Las Palmas hin 23. Februar. Her steðgaðu teir á í 18 dagar, og settu kós móti Kuba úr Las Palmas 12. mars.

Tá vit tosaðu við teir í gjár, høvdu teir góðan viðvind, og viðvindurin hevur hildið sær allan síðsta vegin. Tað gekk ótrúliga gott hjá teimum, og teir siga sjálvir, at tað kundi ikki gingið betur í endanum. Hetta sæst eisini aftur, hvussu skjótt teir hava ró.

Vit vilja gjarna takka manningini fyri sítt ótrúliga verk at rógva yvir um Atlantarhavið. Samtundis vilja vit takka øllum, ið hava verið við til at gjørt hetta til veruleika og teimum sjálvbodnu.

 

Manningin:

Jákup Jacobsen

Niclas Olsen

Isaac Giesen

Jógvan Clementsen

Samskipari:

Rúni Winther Johnsen

Greinaskrivarar:

Pætur Hjalmar Evensson, Føroyskt

Jógvan Martin Joensen, Enskt

Stuðlar:

Føroya Tele, Gummibáta Tænastan, SMJ, HMP Consulting, Kontrast, LM Electric, Jógvan Weihe, Bygma, Miklagarður, HP Jarn

Vinir okkara í Danmark, Arbejderen, Sven-Erik Simonsen. Vinir okkara í Kuba, Giselle Fuentes Sander. Strategy og veitan av informatiónum, Leven Brown hjá Leven Brown Adventures.

Facebook Comments