|Non-profit organisation providing water to Africa.
+45 53 83 95 00 [email protected]

Crew

Jákup Jacobsen, Jógvan Clementsen, Niclas Olsen, Isaac Giesen

Nú handa vit peningagávurnar víðari

12. mai í ár varð nýtt heimsmet sett av SAGA manningini, sum róði frá Portugal til Kuba við lítlum steðgi í Las Palmas. Á vegnum var møguleiki at stuðla ævintýrinum hjá SAGA manningini við peningagávum, sum óskerdar vórðu brúktar til at tæna góða endamálinum hjá Row For Water.
Saman við tykkum hava vit hjálpt umleið 21.000 menniskjum í Somalia við at geva teimum reint vatn til næstu umleið 15 árini.

Eftir at hava róð tvørturum Atlantshavið er tíðin endiliga komin at handa donatiónirnar víðari til okkara samstarvsfelagar, ið hava bygt seks brunnar í Somalia.

Manningin umborð á SAGA taldi hesar fýra: Jákup Jacobsen, Jógvan Clementsen, Niclas Olsen og Isaac Giesen

Eitt megnaravrik við óvæntaðum avbjóðingum
Túrurin var ein stór uppliving fyri manningina og fyri tey, ið fylgdu við leiðini hjá teimum tvørturum Atlantshavið. Fiskar, hvalir og fuglar var tað einasta livandi burtursæð frá teimum sjálvum, ið teir sóu í fleiri vikur á opna havinum.
Á túrinum stungu ymsir trupulleikar seg upp, sum ávirkaðu upprunaligu ætlanina við verkætlanini. Komnir til Las Palmas úr Portugal valdu tveir manns at stíga av bátinum og enda ævintýrið. Tað steðgaði ikki restini av manningini at útliva dreymin, og teir hildu fram fýra mans.
Komnir hálvan veg til Kuba gekk stýriskipanin fyri á bátinum. Tíbetur høvdu teir fyrireikað eina neyðloysn, sum kravdi, at ein maður stýrdi bátinum allatíðina, meðan ein róði. Teir skipaðu seg í tvær vaktir, soleiðis at tveir høvdu frí, meðan tveir róðu og stýrdu bátinum.
Tá teir nærkaðust Kuba varð ætlanin broytt frá at rógva til Havana til Antilla. Komnir enn tættari vildi havstreymurin, at teir í staðin skuldu leggja at í Baracoa.
Jákup Jacobsen, Jógvan Clementsen, Niclas Olsen og Isaac Giesen komu í land í Baracoa við nýggjum heimsmeti og einum bragdi úr aðrari verð. Eitt megnaravrik framt av berum musklum, áhaldni, vilja og dirvi!

Tað ber enn til at lata peningagávu

Enn er møguleiki at stuðla verkætlanini hjá Row For Water við at byggja brunnar í Somalia til somalska fólkið. Har eru enn nógv fólk, ið tørva hjálp, og reint vatn er fyri tey tað týdningarmesta fyri at kunna klára seg.

Saman kunnu vit gera ein mun.

Trýst HER fyri at lata eina peningagávu til Row For Water.

Facebook Comments